Endamál
Faðirskapsmál hevur til endamáls at gera greitt, hvør er faðir at barni. Tá hetta er greitt, hevur barnið rætt til
- barnapening frá faðir sínum
- at arva hann
- um móðirin vil tað - at fáa ættarnavn faðirsins
Móðir at barni uttan fyri hjúnarlag hevur skyldu til, innan 1 mánaða eftir føðing, at geva upp til Føroya Landfúta, hvør er ella kann vera faðir at barninum.
Tá Landfútin hevur fingið fráboðan frá lækna ella jarðarmóðir um, at barnið er føtt, verður upplýsingarblað sent móðirini. Upplýsingarblaðið skal sendast aftur til Føroya Landfúta. Verður umsóknarblaðið ikki sent aftur innan 1 mánaða, verður móðirin kallað inn til fundar á politistøðini.
Avgerð av faðirskapi
Faðirskapur verður avgjørdur við
- viðurkenning faðirsins, ella
- við dómi
Faðir at barni kann hjá politinum viðurkenna, at hann er faðir at barninum.
Um tann, ið móðirin hevur givið upp sum faðir at barninum, ikki vil viðurkenna faðirskapin, verður málið latið rættinum at avgera við dómi. Tílíkir rættarfundir vera hildnir fyri afturlatnum hurðum.
Ásetan av barnapeningi
Tá faðirskapurin er avgjørdur, verður málið sent ríkisumboðsmanninum til ásetingar av barnapeninginum, um móðirin ynskir tað.
Ásetan av niðanfyrinevndu uppihaldspeningum/barnapeningum kunnu koma upp á tal:
- peningur til barnsins uppihald
- peningur til uppihald móðirins í 2 mánaðir fyri og 1 mánaða eftir føðing barnsins
- peningur til útreiðslur viðvíkjandi sjálvari føðingini, og
- peningur til dóp barnsins
Leiðbeining viðvíkjandi støddunum av teim nevndu barnapeningunum eru at fáa hjá Ríkisumboðnum og hjá Almannastovuni.