Fráboðanir um leys djór skulu gevast til politistøðina.
Upptikin djór
Húsdjór, ið ganga leys, kunnu vera tikin upp av politinum. Somuleiðis kunnu seyður og ross vera upptikin.
Upptikin djór vera útflýggjaði eigaranum móti rindan av teimum útreiðslum, ið staðist hava av upptøkuni.
Lýst verður í svørtutalvu, um politiið hevur tikið upp okkurt djór. Svartatalva finst í øllum bygdum. Í Tórshavn er svartatalva á býráðssalinum.
Upplýsing um upptikin djór fæst eisini við at venda sær til politistøðina.
Gjøld
Gjald verður kravt av ánara fyri upptøku og vistarhald av djórum, sum eru tikin upp. Gjøldini fyri upptøku og vistarhald eru hesi:
Hundar:
- Fast upptøkugjald: kr. 300,00
- Vistarhald fyri hvørt nýkomið samdøgur, hundurin er í varðveitslu: kr. 125,00.
Kettur, kaninir, gæs, dunnur, høsn og onnur smádjór:
- Fast upptøkugjald: kr. 125,00.
- Vistarhald fyri hvørt nýkomið samdøgur, djórið er í varðveitslu: kr. 35,00
Seyður
- Fast upptøkugjald: kr 125,00
- Vistarhald fyri hvørt nýkomið samdøgur tey fyrstu 6 samdøgrini, seyðurin er í varðveitslu: kr. 60,00
- Vistarhald fyri hvørt nýkomið samdøgur síðani: kr 35,00
Ross og onnur stór djór
- Fast gjald: kr 600,00
- Fóður fyri hvørt nýkomið samdøgur, djórið er í varðveitslu (uttandura): kr 125,00
Bót fyri brot á hundalógina
Umframt upptøkugjald og gjald fyri vistarhald, verður bót fyri brot á hundalógina áløgd ánara av hundi, ið hevur gingið leysur.
Bót upphæddir:
- Hundur gingið leysur, kr 600,00
- Hundur gingið leysur og hevur bitið ella framt skaða: kr 1.200,00
- Hundur ikki tryggjaður: kr 600,00
- Hundur einki helsi við navni ánarans: kr 600,00
Varðveitsla
Upptikin djór vera í varðveitslu hjá politinum í niðanfyri nevndu dagatal:
- Hundar, 3 samdøgur
- Seyður, 8 samdøgur
- Kettur, kaninir, gæs, dunnur, høsn og onnur smádjór, 8 samdøgur
- Hestar og onnur stór djór, 14 dagar
Avhending ella avlíving
Hevur ánarin av djórinum ikki innan ásettu freistina avheintað djórið og rindað kostnaðin, ið staðist hevur av upptøkuni, verður djórið avlívað ella avhendað øðrum.