Vaks um tekstin Prenta Sig einum vini frá Les hart

Hittigóðs­


Um tú hevur funnið hittigóðs

Hittigóðs hevur tú skyldu at lata inn til politiið. Politiið goymir funnar lutir, soleiðis at teir kunnu latast eigarunum aftur.


Finningarløn

Um reiðupeningur er í funna lutinum, verður finningarløn latin.


Um tú hevur mist okkurt

Um tú hevur mist onkran lut, kanst tú spyrja eftir honum á politistøðini í økinum, har luturin er mistur.  Politiið goymir mistar lutir í minsta lagi 3 mánaðir.


Uppboðssøla av hittigóðsi

Funnir lutir, sum ikki eru heintaðir, verða seldir á uppboði. Uppboðssøla er umleið eina ferð um árið. Uppboðssølan er í Tórshavn, og lýst verður í bløðunum í góðari tíð frammanundan.



Seinast dagført: 7. februar 2008



Hittegods
 
Útskrivað hin:
08-02-2012