Vaks um tekstin Prenta Sig einum vini frá Les hart

Koyrikort

Føroysku koyrikortini verða útgivin og umsitin av Akstovuni.


Tvungin umbýtan av føroyskum koyrikortum


Bert koyrikort av ES-sniði, sum Akstovan hevur givið út, eru galdandi.

Tey gomlu "ljósareyðu koyrikortini" eru farin úr gildi sum prógv fyri koyrirættindi. Tí fær bilførari, sum ikki hevur umbýtt sítt gamla "ljósareyða koyrikort" bót, um hann koyrir bil.


Hvar verður koyrikortið býtt um?

Umbýtið fer fram við at venda sær persónliga til

  • Akstovuna, Hoyvíksvegur 57, Tórshavn, ella  
  • uttan fyri Tórshavn, til politistøðirnar


Hvat kostar umbýtið?

  • Umbýtið av koyrikortinum kostar kr. 250,-.  
  • Um umbýtið av koyrikortinum fellur saman við útskiftan vegna aldur yvir 70 ár, skal einki gjald latast fyri umbýtið.

Gjaldið skal latast kontant til Akstovuna.

Um umsókn um umbýti av koyrikortinum verður latin til eina politistøð, skal gjaldið, kr. 250,-, frammanundan verða goldið á bankakonto 6460-497.745.0 ella postgirokonto 76910. Kvittanin skal havast við á politistøðina.


Hvat skal havast við?  

  • Gamla koyrikortið  
  • Andlitsmynd, uttan húgvu, stødd 35 x 45 mm, við navninum á umsøkjaranum skrivað aftanfyri  
  • Dóps- ella navnaseðil ella vígslubræv, um tú hevur broytt navn  
  • Læknaváttan, um tú ert eldri enn 70 ár, ella um koyrikortið hevur avmarkaða gildistíð vegna heilsuligar umstøður  
  • Kr. 250,- ella kvittan fyri, at upphæddin er goldin

Tá søkt verður um at umbýta koyrikort, skal umsóknarblað undirskrivast, meðan tann er hjá, sum tekur ímóti umsóknini.

Umsóknarblað fæst við at trýsta her.

Tú fært útflýggjað eitt fyribils koyrikort sum prógv fyri, at tú hevur førararætt meðan umsóknin verður viðgjørd.


Avgreiðslutíð

Væntast kann eina avgreiðslutíð uppá 1 - 2 mánaðir. Lat tí umsóknina inn í góðari tíð.


Meira at vita


Meira fæst at vita um koyrikort hjá

Akstovan
Hoyvíksvegur 57
Postboks 3206
110 Tórshavn
Tlf. 350 400
Fax. 350 401 
www.akstovan.fo  


Seinast dagført: 11. december 2008



 
Útskrivað hin:
08-02-2012