Nýtt biometriskt pass
Í samband við at nýggj biometrisk pass vóru sett í gildi 1. august 2006, vóru krøvini til passmyndir broyttar.
Størsta broytingin er, at passmyndin nú skal vera tikin tættari við andlitið, beint frammanífrá og muðurin skal vera afturlatin. Síggj krøvini til passmyndir við at trýsta her.
Føroyska/danska passið er í dag eitt hátøkniligt og trygt pass. Broytingin, sum var sett í verk 1. august 2006 hevur við sær, at passið verður enn meira trygt sum samleikaprógv (legitimatión) og tí verri at eftirgera.
Passið broytir ikki sjónligt skap ella útsjónd. Biometrisku passini hava á síðuni við persónsupplýsingum innstoypt eina elekroniska flís. Flísin er ikki sjónlig.
Á flísini er goymd eitt elektroniskt avrit av passmyndini og tær maskinlesiligu reglurnar, sum eru reglurnar í bláa partinum av passinum niðast á síðuni við persónsupplýsingum.
Á politistøðini í Tórshavn finst ein passlesari, har borgarin, við at venda sær persónliga við passi sínum, hevur møguleika at síggja tær upplýsingar, sum eru goymdar á flísini.
Passavgreiðsla er á politistøðini, Yviri við Strond 17 í Tórshavn, og á politistøðunum uttan fyri Tórshavn.
Samleikaprógv/legitimation
Í samband við umsókn um pass skal tað sum higartil skjalprógvast, hvør ein er. Hevur umsøkjarin ikki fingið pass fyrr, skal hann vísa fram samleikaprógv við mynd og dóps-, føði- ella navnaseðil og møguligt vígslubræv.
Um so er, at umsøkjarin ikki kann leggja fram myndalegitimatión, ella um tann mynda-legitimatiónin, sum persónurin vísir ikki er nøktandi, kan passmyndugleikin seta umsøkjaranum spurningar. Hettar við tí fyri eyga at tryggja, at møtti umsøkjarin er tann sami, sum passið skal útskrivast til.
Um neyðugt, kann passmyndugleikin krevja av passumsøkjaranum, at hann møtir við øðrum persóni, ið kann vátta samleikan.
Gjøld fyri pass
Personar, sum eru fyltir 18 ár og ikki fyltir 67 ár, kr. 400,-
Persónar yngri enn 18 ár, kr. 115,-
Personar, som eru fyltir 67 ár, kr. 150,-
Vegleiðing í samband við passumsókn
Umsókn um pass kann latast inn við at venda sær persónliga til politistøðina, Jónas Broncksgøta 17, Tórshavn, ella til eina av politistøðunum uttanfyri Tórshavn. Upplatingartíðirnar síggjast við at trýsta her.
Um passið skal endurnýggjast, so skal havast við:
- Nýggj passmynd
- Gamla passið
- Dóps- , føði- ella navnaseðil og møguligt vígslubræv
Um tú ikki hevur havt pass fyrr, so skal havast við:
- Nýggj passmynd
- Dóps-, føði- ella navnaseðil og møguligt vígslubræv
- Myndasamleikaprógv (legitimatión)
Tá søkt verður um pass, skal umsóknarblað útfyllast. Umsóknarblaðið fært tú við at trýsta her, og kann umsóknarblaðið útfyllast frammanundan. Umsóknarblaðið fæst eisini, við at venda sær til politistøðina í Tórshavn ella til politistøðirnar uttan fyri Tórshavn.
Gjørt verður vart við, at passmyndugleikin altíð kann krevja, at tú leggur fram onnur samleikaprógv enn tey frammanfyri nevndu ella svarar settum samleikaspurningum.
Um neyðugt, kann passmyndugleikin krevja, at tú møtir við øðrum persóni, ið kann vátta samleika tín.
Gjald
Passið skal gjaldast, tá tað verður umbiðið. Gjaldast kann við FR/VISA/DANkorti.
Mynd
Passmyndin skal vera bringumynd uttan høvuðklæði og líkjast væl. Passmyndugleikin kann tó loyva, at tú bert høvuðklæði, um tú ynskir hetta vegna átrúnað.
Passmyndin kann vera ein litmynd ella svørt/hvít. Myndin skal vera tikin beint frammanífrá. Týdningarmikið er, at góðskan av myndini er egnað til at skanna. Einki stempul má vera á myndini, og myndin skal vera 35 mm breið, 45 mm høg og høvdið skal vera 30 - 36 mm frá høku til ovast á høvdinum.
Trýst her fyri at síggja, hvussu myndin eigur at vera.
Pass til personar undir 18 ár
Passumsøkjarar undir 18 ár skulu hava samtykki frá teimum, sum hava foreldramyndugleikan. Váttan um samtykki verður skrivað á passoyðublaðið í teigi C.
Um bæði foreldrini hava foreldramyndugleikan, so skulu bæði geva samtykki. Passmyndugleikin kann krevja nærri skjalprógv um foreldramyndugleikan.
Pass til børn yngri enn 15 ár
Eftir 1. oktober 2004 kunnu børn, sum eru yngri enn 15 ár, ikki longur verða innskrivað í pass hjá foreldrum ella øðrum. Børn skulu í staðin hava egið pass.
Um eitt barn undir 15 ár er innskrivað í eitt pass áðrenn 1. oktober 2004, kann barnið framvegis ferðast saman við persóninum, ið er eigari av passinum til og frá londum, sum góðtaka, at barnið ikki hevur sjálvstøðugt pass.
Børn skulu hava egið pass, um ein av hesum treytum eru galdandi
- Barnið er fylt 15 ár
- Barnið ikki er innskrivað í passinum hjá foreldrum ella øðrum vaksnum persóni, ið barnið ferðast saman við
- Tit ætla at ferðast til eitt land, ið krevur, at barnið hevur egið pass
Útskriving av passi til børn
Fyri at fáa eitt pass til ein persón yngri enn 18 ár, skal barnið sjálvt ella saman við foreldrum venda sær til politistøðina í Tórshavn ella til eina politistøð uttan fyri Tórshavn.
Barnið skal hava við sær
- Uppruna dópsváttan ella navnabræv (føðingarbræv, um barnið enn ikki hevur fingið navn)
- Passmynd
Legg til merkis, at passmyndugleikin altíð kann krevja onnur samleikaprógv.
Tann, ið hevur foreldramyndugleikan yvir barninum, ið søkir um nýtt pass, skal geva samtykki, áðrenn passið verður útskrivað. Um bæði foreldrini hava foreldramyndugleikan, so skulu bæði geva samtykki. Passmyndugleikin kann krevja nærri skjalprógv um foreldramyndugleikan.
Fyri at geva samtykki, skal undirskrivast í teig C í umsóknarblaðnum.
Ónavngivin børn
Vit vita um, at einstøk lond, t.d. Ongland og USA ikki kunnu vátta, at eitt ónavngivið barn sleppur inn í landið uttan trupulleikar.
Hvørja støðu einstaka landið hevur til, at ónavngivin børn ferðast inn í landið, fæst at vita við at venda sær til umboðsstovuna hjá einstaka landinum.
Navnabroyting
Tú hevur rætt til at fáa nýtt pass, um tú broytir navn, men gjaldast skal fyri tað, og reglugerðin um endurnýggjan av passi er galdandi. Legg til merkis, at tú fært ikki nýggja pass títt, fyrr enn navnabroytingin er sett í gildi og tú hevur skjalprógv um hetta.
Útflýggjan av passinum
Passið verður sent til bústaðin, sum tú hava givið passmyndugleikanum. Tað ber eisini til at heinta tað lidna passið hjá passmyndugleikanum, um tú ynskir tað.
Eftir 1. oktober er øll passframleiðsla miðsavnað í Danmark undir strongum eftirliti. Tí kann passavgreiðslutíðin verða umleið 3 vikur.
Tú eigur tí at søkja um nýtt pass í góðari tíð, áðrenn tú fert at ferðast.
Hvørji samleikaprógv/legitimatión skulu føroyingar hava, tá teir ferðast til útlond?
Føroyingar skulu hava pass, tá ferðast verður til lond, ið eru uttanfyri norðanlondini. Tað vil siga eisini til lond, ið eru partur av Schengen samstarvinum.
Tá ferðast verður til norðanlond er ikki neyðugt at hava pass við, men ein skal kunna skjalprógva hvør ein er, um ein verður spurdur av myndugleikunum.
Gildistíð
Pass eru galdandi í 10 ár. Pass til børn millum 2 og 18 ár hava tó eina 5 ára gildistíð og pass til børn, sum eru undir 2 ár, hava eina 2 ára gildistíð.
Fleiri lond krevja, at passið skal vera galdandi í minsta lagi 6 mánaðir aftaná fráferð úr teirra landi.
Um tygum missa passið burtur, so skulu tygum fráboða hetta til passmyndugleikan.
Pas/Visum tá ferðast verður til USA
Í samband við ferðing til USA eftir 26. oktober 2004, hava myndugleikarnir í USA boðað frá, at neyðugt er at hava eitt maskinlesiligt (maskinskrivað) pass. Somuleiðis krevja amerikansku myndugleikarnir, at pass útskrivað aftaná 26. oktober 2006 skulu vera biometrisk.
Føroysk/donsk pass, ið eru útskrivað eftir 1. oktober 1997, eru maskinlesilig. Pass útskrivaði aftaná 1. august 2006, eru biometrisk og maskinlesilig. Tú skalt sostatt bert hava nýtt pass, tá tú fert at ferðast til USA, um passið hjá tær er útskrivað áðrenn 1. mars 1997.
Vit eru vitandi um eitt einstakt dømi, har eitt ónavngivið barn ikki fekk innferðarloyvi til USA. Innferðarloyvið varð noktað vísandi til, at barnið ikki var innskrivað í passið.
Amerikanska sendistovan hevur boðað frá, at USA ikki kann útskriva pass, uttan at barnið er navngivið. Sendistovan kann tí ikki vátta, at at eingir trupulleikar vera, um eitt barn ferðast til USA uttan at vera navngivið.
Víst verður annars til tað amerikansku sendistovuna í Keypmannahavn, Dag Hammerskjolds allé 24, Købenahvn Ø, tlf. nr. 0045 35553144 ella www.usembassy.dk
Yvirlit yvir allar sendistovur síggjast á yvirliti frá danska uttanríkisráðnum við at trýsta her.
Umsóknarblað
Umsóknarblað til pass fæst við at trýsta her.