Hvussu fæst ein revsiváttan?
Revsiváttan fæst við at venda sær persónliga til politistøðina og innflýggja umsókn um revsiváttan. Umsóknarblað fæst við at trýsta her ella við at venda sær til politistøðina. Tá umsóknin verður latin inn, skal samleikaprógv (identitetsprógv) havast við.
Persónar yngri enn 18 ár fáa tó bert eina revsiváttan, um foreldur ella verji hava givið sítt samtykki í hesum.
Hvat verður skrivað í revsiváttanini?
Í revsiváttanini verður bert skrivað upplýsingar, sum eru í avgerðarskrásetingini hjá løgregluni um brot á borgarligu revsilógini og lógina um euforiserandi evni.
Tó eru hesar avmarkingar:
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
-
Um hann, sum avgerðin fevnir um, hevur verið inni og sitið, verður avgerðin tó skrivað, um ikki 5 ár eru liðin síðani viðkomandi endaliga varð leyslatin |
|
|
|
Omanfyri nevndu avgerðir vera ikki skrivaðar í revsiváttanina, um so er, at hesar revsireglur seinni eru settar úr gildi.
Er talan um brot framd av ungum millum 15 og 18 ár, er tann avmarking galdandi, at revsingar við bót verða ikki skrivaðar, um tað er fyrstu ferð viðkomandi fær eina avgerð fyri brot á revsilógina, og 1 ár er liðið síðani endaligu avgerðina.