Ein treyt fyri at fáa skeinkiloyvi er, at ein frammanundan hevur fingið matstovuloyvi.
Harafturat skal umsøkjarin:
- hava fylt 25 ár
- ikki vera gjørdur ómyndugur
- ikki vera undir fíggjartroti
- hava føroyskan/danskan heimarætt
- hava bústað í Føroyum
- ikki hava víst slíka atferð, at orsøk er at halda, at hann ikki fer at reka virksemið forsvarliga v.m.
Umsókn um skeinkiloyvi skal sendast til:
Loyvisnevndina
Tinganes
100 Tórshavn.
Umsóknarblað fæst við at venda sær til Politistøðina í Havn, tlf. 351448, gerandisdagar millum kl. 08:00-16:00 ella á politi@politi.fo
Tá umsóknarblað verður umbiðið skal upplýsast, um tað er eitt felag ella einstakur persónur, sum ynskir at søkja um skeinkiloyvi.
Politiið viðgerð umsóknir um skeinkiloyvi og sendir umsóknirnar til Loyvisnevndina til endaliga støðutakan.