Vaks um tekstin Prenta Sig einum vini frá Les hart

Dansiloyvi

Almenn dansitiltøk

Tá skipað verður fyri almennun dansitiltaki, skal loyvi frammanundan havast frá politinum. Søkjast kann um varandi dansiloyvi ella um loyvi til einstakt tiltak.

Umsókn um loyvi at hava almennan dans skal sendast til

Føroya Landfúta
Postboks 3018
110 Tórshavn

Umsóknir um varandi dansiloyvi verða viðgjørdar av politinum, sum sendir málið til Arbeiðseftirlitið, Brunaumsjón Landsins og viðkomandi kommunu til ummælis.

Varandi dansiloyvi er vanliga galdandi í 5 ár.

Privat dansitiltøk

Privat (ikki almenn) dansitiltøk krevja ikki loyvi frá politinum. Markið millum privat og almenn tiltøk kann í summum førum vera torført at skilja ímillum.

Er talan um ikki alment tiltak við nógvum luttakarum í ikki góðkendum hølum, kann í summum førum vera neyðugt at fáa loyvi frá Brunaumsjón Landsins og Heilsufrøðiligu Starvstovu.

Er ivamál, ber til at spyrja seg fyri hjá politinum.


Seinast dagført: 10. december 2008



 
Útskrivað hin:
17-05-2012