Umsókn um matstovuloyvi skal sendast til
Føroya Landfúta
Postboks 3018
FO-110 Tórshavn.
Serligt umsóknarblað er ikki neyðugt.
Politiið sendir avrit av umsóknini til
- Heilsufrøðiligu Starvsstovu
- Arbeiðseftirlitið
- Brunaumsjón Landsins og
- viðkomandi kommunu til ummælis
Tá hesir myndugleikar hava viðmælt umsóknini, fæst matstovuloyvið frá Føroya Landfúta.
Matstovuloyvi eru vanliga galdandi í 5 ár.