Innflutningur, keyp og søla
Loyvt er ikki at innflyta, keypa ella selja spreingievni uttan loyvi frá Føroya Landfúta.
Umsókn skal latast til politistøðina ella sendast til
Føroya Landfúta
Postboks 3018
110 Tórshavn
Umsóknarblað fæst við at trýsta her, ella við at venda sær til politistøðina.
Spreingiloyvi
Spreingiloyvi fáast frá Arbeiðseftirlitinum.
Treytir fyri at fáa loyvi at nýta spreingievni:
- hava lokið góðkent skeið í spreingiteknikki
- starvast við spreinging
- hava viðmæli frá 2 góðkendum spreingimeistarum
Umsókn um spreingiloyvi skal latast ella sendast til
Arbeiðseftirlitið
Falkavegur 6
110 Tórshavn
www.arb.fo
Umsóknarblað fæst við at venda sær til Arbeiðseftirlitið.
Møguligir spurningar vera vístir til Arbeiðseftirlitið.