Í januar mánaða hava Ráðið fyri Ferðslutrygd og politiið gjørt átak móti gáloysni, og heldur hetta fram í februar mánaða.
Í hesum sambandi hevur Politiið lagt seg eftir at skriva fólk, ið nýta handhildna fartelefon undir koyring.
Í hesum tíðarskeiðnum eru skrivaðar 96 bøtur um nýtslu av handhildnari fartelefon undir koyring.