Í drápsmálinum um 42 ára gamla Dánjal Petur Hansen vanliga nevndur Piddi.
19. decembur 2011 skipaði politiið fyri leiting í Norðoyartunlinum eftir Dánjal Petur Hansen (Pidda).
Í tí sambandi fann politiið blóðrestir aftan fyri ein betonskúr inni í næsta stóra ”víkiplássi” í høgru síðu frá Leirvík.
Kanningar hava nú staðfest, at hesar blóðrestir stavaðu frá Dánjal Petur Hansen (Pidda).
Politiið heldur tí, at gerningsmaðurin fríggjamorgunin 4. novembur 2011 hevur flutt líkið frá bústaðnum hjá Pidda til Norðoyartunnulin og síðan seinri burturbeint líkið.
Politiið vil tí framvegis hoyra frá fólki, sum hava sæð silvurlitta Skoda Fabia bilin í Norðoyartunlinum ella aðra staðni í tíðarskeiðnum 4. til 12. novembur 2011.
Til ber at ringja á tlf. 351448 ella senda teldupost til fo-web@politi.fo
Virðingarmest
Bergleif Brimvík