Vaks um tekstin Prenta Sig einum vini frá Les hart

Bið um pass í góðari tíð

Pass

Passframleiðslan fyri alt landið fer fram í Danmark, og er passavgreiðslutíðin umleið 2 til 3 vikur. Vinarliga biðið tí um passið í góðari tíð.

Umsókn um pass fæst á øllum politistøðunum og her á heimasíðuni undir "Tænasta - Oyðubløð" 

Passumsókn fæst eisini við at trýsta her.

Umsóknin skal latast inn við at venda sær persónliga til nærmastu politistøð.

Skjøl at hava við, tá pass verður umbiðið:

  • Gamla passið
  • Dóps-, føði- ella navnaseðil og møguligt vígslubræv
  • Nýggja passmynd stødd 35 x 45 mm.

Passið skal gjaldast, tá tað verður umbiðið:
  • Persónar millum 18 ár og 67 ár kr. 400,-
  • Persónar yngri enn 18 ár kr. 115,-
  • Persónar, sum eru fyltir 67 ár kr. 150,-.

Avgreiðslutíðir

Politistøðin í Klaksvík, við Sandin,
mánadag - fríggjadag kl. 0900 - 1500

Politistøðin í Runavík, Mýravegur 2,
mánadag - fríggjadag kl. 1000 - 1500

Politistøðin í Tórshavn, J. Broncksgøta 17,
mánadag - fríggjadag kl. 1000 - 1500

Politistøðin í Miðvági, Hornavegur 2,
mánadag - fríggjadag kl. 1000 - 1500

Politistøðin á Sandi, Eystanvegur 10,
mánadag - fríggjadag kl. 0900 - 1200 og kl. 1400 - 1600

Politistøðin á Tvøroyri, Kirkjubrekkan 11,
mánadag - fríggjadag kl. 1000 - 1500.

Les meria um pass við at trýsta her.


Seinast dagført: 13. april 2009



 
Útskrivað hin:
09-02-2012