Í dag varð ávaringarskipanin, sum er sett upp við Leyna- og Norðskálatunlarnar, tikin í nýtslu. Landsverk hevur í samband við dagføringina av hesum tunlum sett upp ávaringarskipanina uttanfyri tunlarnar. Ávaringarskipanin ávarar bilføraran, tá akfarið er ov høgt. Talan er um elektroniskar hæddarmátarar, sum máta hæddina á akførum, áðrenn tey koma til tunnilsmunnan. Er akfarið ov høgt, ávarar skipanin bilføraran við reyðum blunkljósum, men hon ger ikki bara tað. Hon steðgar eisini ov høgum akførum, tí ein bummur fer niður og boð verða send alarmsentralinum.
Ferðslulógin um breidd, longd og hædd á akfari:
§ 37, stk. 1. Landsstýrið fyrisetur reglur um størstu breidd, longd og hædd á akfari og vognraði, bæði við og uttan last, heruppií um akstur við serliga breiðum , longum ella høgum akførum ella vognrøðum.
Stk. 2. Uttan mun til, hvørjar reglur sambært 1. stk. verða fyrisettar, hevur førarin, tá koyrt verður undir brúm, leiðingum, í tunnlum v.m., skyldu at vissa seg um, at farandi er uttan vanda ella bága.
Sambært kunngerð nr. 2 frá 20. januar 2000 stendur soljóðandi viðvíkjandi hædd á akførum
§ 14. stk. 1. Akfar má hvørki við farmi ella uttan vera hægri enn 4 m.
Stk. 2. Hóast hæddin á akfarinum lýkur treytirnar í stk. 1, hevur førarin sambært § 37, stk. 2 í ferðslulógini skyldu til at vissa seg um, at farandi er uttan vanda ella bága, tá ið koyrt verður í tunnlum, undir brúm og leidningum og líknandi støðum.
§ 15. Hæddin verður mátað beint upp og niður, av sløttum upp í ovast á vogni ella roka, undantikið tí, í er tilskilað í stakfyriskipanum.
§ 16, stk. 1. Løgreglan kann í samráð við avvarandi vegamynduleika loyva frávik frá reglunum um størstu hædd, tá ið flutningurin ikki rímiliga kann fremjast framdur á annan hátt. Loyvið frá løgregluni skal havast við, tá ið koyrt verður.
Stk. 2. Loyvi kann gevast sum einnýtisloyvi, ella sum loyvi fyri eitt avmarkað tíðarskeið upp til eitt ár. Løgreglan kann áseta neyvari treytir við loyvinum.
Um ásetingarnar um mest loyvdu hædd, ikki verða fylgdar, kann tað elva til skaða og vanda. Í tunnlum kann skaði verða voldur á ymiska útgerð. Harumframt kann tað føra til ferðsluóhapp, t.d. um viftur detta niður á vegin, soleiðis at onnur ferðsla koyrir á hesar lutir, við ógvusligum skaða til fylgju.