Vaks um tekstin Prenta Sig einum vini frá Les hart

Lógarbroytingarnar 1. okt. 2009

LÓGARBROYTING: Reglurnar um rúsdrekkakoyring vórðu herdar 1. oktober. Markið fyri rúsdrekkakoyring er lægri og revsingin er harðari. Strangari krøv eru sett til trygdarútgerðina til børn í bilum og hægri bøtur verða fyri brot á lógina.

Samanlagt 41 broytingar í ferðslulógini komu í gildi 1. oktober 2009. Tað snýr seg um alt frá allýsing av traktorum og strangari reglum um rúsdrekkakoyring til neyvari krøv um trygdarútgerð til børn og hægri bøtur fyri brot á ferðslulógina. Alt hetta fyri at økja um trygdina hjá teimum ferðandi á vegunum - bæði hjá børnum og vaksnum.

Høvuðsbroytingarnar
Talan er um 8 høvuðsbroytingar, sum taka støði í null-hugsjónini og ferðslutrygdarætlanini frá 2007:

  • Nullmark fyri tilvitsávirkandi evnum ella rúsevnum
  • Alkoholstyrkin í útandingarluft sum prógv í rúsdrekkamálum og víðkaðar heimildir hjá løgregluni
  • Rúsdrekkamarkið lækkar til 0,20 promillur
  • Markið millum promillu- og rúsdrekkakoyring er strikað - alt omanfyri 0,20 promillur er rúsdrekkakoyring
  • Krav um skeið í rúsdrekka og ferðslu (R/F - skeið)
  • Herdar reglur fyri frádøming og revsing í rúsdrekkamálum
  • Herdar reglur um trygdarútgerð og forboð móti ferðafólki í last- ella vørurúmi
  • Hækkan av sektum

Fá meir at vita um lógarátakið móti rúsdrekkakoyring her
Fá meir at vita um lógarátakið móti trygdarútgerð í bilum, fallhjálmar og hægri bøtur her




Innlendismálaráðið, Akstovan, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Landsverk og Politiið.

Seinast dagført: 10. september 2009



 
Útskrivað hin:
09-02-2012