Politiið hevur arbeitt fram ímóti, at nýggja grundútbúgvingin (professionsbachelor-útbúgving innan politivirki) skuldi setast í verk frá 1. august 2010. Nú er avgjørt at útseta hetta í eitt hálvt ár, og nýggja 'professionsbachelor'-útbúgvingin byrjar tí í staðin 1. februar 2011.
Hetta merkir, at tey, sum byrja á politiskúlanum í heyst, skulu gjøgnum verandi útbúgving við PG I, PG II og PG III, og tey fáa ikki eina 'professionsbachelor'-útbúgving.
Ríkispolitiið hevur eisini avgjørt, at tað verður ikki slakað uppá upptøkukrøvini og upptøkuroyndirnar til starv sum politistur. Krøvini, sum blivu sett í gildi frá 1. januar 2010, verða tí framvegis galdandi.
Les meira um upptøkukrøv o.a. her