Hósdagin 18. februar 2010 kl. 1000 varð nýggj útkallingarskipan tikin í nýtslu á alarmsentralinum á politistøðini í Tórshavn.
Tað er politiið sum hevur keypt eina nýggja útkallingarskipan til at boðsenda millum annað sløkkilið, tá eldur og aðrar vanlukkur eru. Skipanin varð sett upp í seinastu viku og er nú alment tikin í nýtslu.
Tann gamla skipanin var vorðin ótíðarhóskandi og óálítandi, og tíðin, tað tók at kalla eitt sløkkilið út, kundi styttast munandi við hesari nýggju skipanini. Arbeiðið við at fáa eina nýggja skipan hevur verið í gongd nøkur ár. Í desember 2009 avgjørdi politiið at keypa hesa nýggju skipanina, sum síðani í byrjanini av februar varð sett upp.
Í farnu viku, tá skipanin varð royndarkoyrd, var fatanin hjá politinunm, at sløkkiliðini er væl nøgd við hesa nýggjuskipanina.