Vaks um tekstin Prenta Sig einum vini frá Les hart

Ferðslulógin

Klippikortskipan

Klippikortskipan er sett í verk viðvíkjandi koyrikort.

Klippikortið fevnir um álvarssom brot á ferðslulógina, sum ikki í sær sjálvum føra til frádøming av koyrirættinum, men sum hóast tað eru vandamikil fyri ferðsluna.

Klippikortið er galdandi fyri øll motordrivin akfør, sum koyrikort krevst til. Tvs. vanligur persónbilur, bussur, lastbilur, motorsúkkla, lítil motorsúkkla, traktorur og motoramboð, tó ikki prutl.

Tú fær eitt klipp um tú:

  • brýtur ferðmarkið fyri lætt akfar við 21 km/t ella meira,
  • brýtur ferðmarkið fyri tungt akfar við 16 km/t ella meira,
  • koyrir framvið reyðum ljósi
  • koyrir við ov stuttari fjarstøðu til framman fyri koyrandi akfar,
  • koyrir vinstrumegin gøtuhólmar og ferðsluvitar,
  • broytir farleið og støðu, fer frá vegjaðara ella skiftir farbreyt til vanda ella óneyðugan bága fyri onnur í ferðsluni,
  • vendir ella bakkar til vanda ella bága fyri onnur í ferðsluni,
  • brýtur ásetingar um yvirháling og forboð fyri yvirháling,
  • økir ferðina, tá tú verður yvirhálaður,
  • koyrir vandamikla slalom koyring og vandamikla framvið koyring í tættari ferðslu,
  • yvirhálar við gonguteig,
  • syrgir ikki fyri, at børn undir 15 ár eru spent í kravdu trygdarútgerðina,
  • syrgir ikki fyri, at børn millum 8 – 15 ár nýta fastspentan fallhjálm á motorsúkklu,
  • koyrir við børnum undir 8 ár á motorsúkklu ella í síðuvogni hennara,
  • koyrir í mótkoyrandi farbreyt ella fer um hindrunarstriku og
  • brýtur ásetingar um víkiskyldu.

Bert omanfyri nevndu brot, geva eitt klipp.

Fært tú 3 klipp innan fyri 3 ár, verður koyrikortið frádømt treytað. Tað merkir, at tú skal til eina eftiransandi koyriroynd og standa bæði eina teoriroynd og eina verkliga koyriroynd, fyri at varðveita koyrikortið.

Hevur tú fingið koyrikortið á fyrsta sinni fyri styttri enn 3 árum síðan, skalt tú serliga leggja til merkis, at reglurnar eru herdar fyri teg. Tá fært tú eitt koyriforboð longu aftaná 2 klipp innan fyri 3 ár.

Um eitt brot, sum førir til eitt klipp í koyrikortið, er framt í samband við eitt ferðsluóhapp, ella brotið hevur ført við sær vanda fyri onnur, ger rætturin av, um tú í staðin missir koyrikortið.

Les meira niðanfyri um einstøku evnini, sum tú kannst fáa klipp fyri, á heimasíðuni www.klippikort.fo


Rúsdrekka- og promillukoyring

1. oktober 2009 varð ferðslulógin broytt við. rúsdrekkakoyring. Les meira við at trýsta her



Ferð


Akferðin skal alsamt laga seg eftir viðurskiftunum við fyriliti fyri annara tryggleika.
Hægsta mark fyri ferð:

Í fjølbygdum øki: 50 km/t

Uttanfyri fjølbygt øki: 80 km/t

Mest loyvda ferð hjá ymsum akfarssløgum:

Bussur og motorvognur, hvørs loyvda totalvekt er yvir 3.500 kg og liðbussar: 70 km/t

Motorvognur, hvørs loyvda totalvekt er yvir 3.500 kg, við skrásetingarskyldugum  viðfestum akfari: 70 km/t

Í fjølbygdum øki má ferðin ikki fara upp um 50 km/t, sjálvt um ein hægri staðbundin hámarksferð er ásett.

Bilur, hvørs loyvda totalvekt ikki er yvir 3.500 kg, við viðfestivogni, leguvogni ella skrásetingarskyldugt viðfest amboð, heruppií húsvognar: 70 km/t 

Bilur við øðrum viðfestum amboði, traktor og motoramboð: 30 km/t

Motordrivið akfar ella vognrað, sum hevur eitt ella fleiri hjólpør við massivari hjólklæðing: 15 km/t

Um koyrt verður meira enn 30 km/t skjótari enn vanligu (generellu) fermørkini, verður treytað frádøming av koyrirættinum.

Um koyrt verður meira enn 50 km/t skjótari enn vanligu (generellu) ferðmørkini við vanligum bili, verður treytaleys frádøming av koyrirættinum.

Fyri akfarssløg, ið hava ásett lægri ferðamark, verður koyrirætturin frádømdur treytað, um koyrt verður skjótari enn 20 km/t yvir ferðmarkið.

Fyri akfarsslag, ið hava ásett eitt lægri ferðmark, verður koyrikortið frádømt treytaleyst, um koyrt verður meira enn 40 km/t skjótari enn ferðmarkið.

Á vegastrekki, har ásett er eitt lægri hægstamark fyri ferð, verður treytað frádøming av koyrirættinum, um koyrt verður skjótari enn 20 km/t yvir ferðmarkið.

Á vegastrekki, har ásett er eitt lægri hægstamark fyri ferð, verður treytaleys frádøming av koyrirættinum, um koyrt verður skjótari enn 40 km/t yvir ferðmarkið.

Um herðandi viðurskifti gera seg galdandi við teimum omanfyri nevndu brotum á ferðmørkunum, verður treytaleys frádøming av koyrirættinum.


Trygdarbelti

1. oktober 2009 varð ferðslulógin broytt við. trygdarútgerð. Les meira við at trýsta her


Fallhjálmur

Førarin av tvíhjólaðari motorsúkklu ella motorsúkklu við síðuvogni og av prutli og øll ferðandi, sum eru fylt 15 ár, skulu undir akstrinum nýta fastspentan fallhjálm.

Førarin skal síggja til, at hvør, sum hevur fylt 8 ár, men enn ikki 15 ár, er í fastspentum fallhjálmi. Børn yngri enn 8 ár mugu ikki vera førd á motorsúkklu ella motorsúkklu við síðuvogni.

Skyldan at nýta fallhjálm er ikki galdandi, meðan koyrt verður á bilplássi, tænastustøð, verkstaðarøki ella í líkum umstøðum.


Píkadekk


Loyvt er at nýta píkadekk í tíðini 16. oktober - 30. apríl

Um píkadekk verða nýtt á bilum undir 3.500 kg totalvekt, skulu píkadekk vera á øllum hjólum

Bilar yvir 3.500 kg totalvekt skulu nýta píkadekk parvís á sama aksli

Loyvt er ikki at nýta píkaketur (kavaketur við píkum ella líknandi).



Seinast dagført: 29. oktober 2009



 
Útskrivað hin:
09-02-2012