Vaks um tekstin Prenta Sig einum vini frá Les hart

Flagglógin

Flaggdagar

Hesir dagar eru almennir flaggdagar:

  • 1. januar, Nýggjársdagur
  • 6. februar, Samiskur flaggdagur
  • 8. mars, Altjóða kvinnudagur
  • 12. mars, Grækarismessa
  • 23. mars, Norðurlandadagur
  • Langifríggjadagur (á hálvari stong)
  • Páskadagur
  • 16. apríl, Føðingardagur drotningarinnar
  • 25. apríl, Flaggdagur
  • 1. mai, Altjóða arbeiðaradagur
  • 17. mai, Tjóðardagur Noregs
  • Kristi himmalsferðardagur
  • 26. mai, Føðingardagur krúnprinsins
  • Hvítusunnudagur
  • 5. juni, Grundlógardagur Danmarkar
  • 6. juni, Tjóðardagur Svøríkis
  • 9. juni, Tjóðardagur Álands
  • 17. juni, Tjóðadagur Íslands
  • 21. juni ,Tjóðardagur Grønlands
  • 24. juni, Jóansøka
  • 28. juli, Ólavsøkuaftan
  • 29. juli, Ólavsøkudagur
  • 24. oktober, Dagur sameindu tjóða
  • 1. november, Minningardagur teirra sjólætnu (á hálvari stong)
  • 6. desember, Tjóðardagur Finnlands
  • 25. desember, Jóladagur  
Harumframt verður flaggað hvønn dag í Tinganesi (á sjálvum nesinum) og eftir boðum frá landsstýrinum í hvørjum einstøkum føri.

Á tjóðar-/flaggdøgum brøðratjóðanna í Norðurlondum verður í Tinganesi - umframt Merkið á nesinum - flaggað á Bakkapakkhúsinum við flagginum hjá brøðratjóðini.

Flaggið verður vondið á stong kl. 8, tó ikki fyri sólarris, og tikið niður aftur fyrsta heila klokkuslag undan sólsetri, tó ikki seinni enn kl. 21.


Um flaggið

Ongi frámerkir mugu nýtast í flagginum.

Flaggið verður at vinda á stong, sum tilætlað er flagginum. Verður stongin sett á hús, kann hon antin standa steyrrætt upp frá taki ella út frá klædningi, tó má stongin altíð standa, so tað hóskar. Tað sama er eisini galdandi fyri stong, sum reist er frá jørð.  

Ikki er loyvt at bjóða út til sølu, selja ella leiga flagg út, sum hevur ikki rættar litir og mál.

Omanfyri nevnda er galdandi fyri øll fløgg, sum nýtt verða alment á vanligan hátt úti ella inni, men er tó ikki galdandi fyri skreytfløgg, borðfløgg ella tílík fløgg.

Eingin má vanvirða flaggið hvørki í orðum ella gerðum. Tað er ólógligt at gera nýtslu av flagginum sum merki hjá einstøkum persónum, feløgum ella stovnum ella sum eyðkenni á atgongumerkjum ella á annan tílíkan hátt.

Tað er bert loyvi at nýta flaggið í reklamuendamáli, tá vøran er føroysk framleiðsla,  

Flagg umborð á skipi og báti

Før, sum eru skrásett í Føroyum, undantikin før ríkisins, skulu nýta Føroya flagg.

Á skipi og báti skal stongin altíð standa í afturenda ella kann afturmastur nýtast.  


Útlendsk fløgg

Loyvt er at flagga við fløggum hjá hinum norðurlondunum uttan serligt loyvi.

Loyvt er ikki at flagga við øðrum útlendskum fløggum uttan loyvi frá politinum.

Verður flaggað við útlendskum flaggi, skal um møguligt eisini flaggast við føroyskum flaggi av í minsta lagi somu stødd, sum tað útlendska.

Loyvt er ikki at flagga við fleiri fløggum á somu flaggstong.  



Seinast dagført: 25. januar 2008



 
Útskrivað hin:
08-02-2012