Vaks um tekstin Prenta Sig einum vini frá Les hart

Fuglaveiða


Loyvt er at veiða og skjóta hesar fuglar:

Alt árið: Kráka, ravnur, kjógvi, skúgvur, havhestur, súla og øll másasløg, rita tó bert á sjónum. 

  • 1. oktober - 20. januar: Lundi, lomvigi og álka.
  • 1. oktober - 30. november: Skarvur.

Uppi á landi yvirhøvur, eisini á vøtnum og firðum, víkum og sundum og á sjónum yvirhøvur út at fiskimarkinum er allur fuglur friðaður móti skjóting og veiðu, sum ikki er tilskilaður omanfyri.

Fuglaveiða og skjóting yvirhøvur er ikki loyvd sunnu- og halgidagar.

Loyvt er bert at nýta høglbyrsu, ið kann løðast við í mesta lagi 2 patrónum.


Veiðiøki

Á sjónum út at fiskimarkinum undir Føroyum er veiðirætturin við teim avvikum, sum tilskilaði eru í fuglaveiðilógini, opin fyri einum og hvørjum, sum hevur føroyskan/danskan heimarætt.

 
 Uppi á landi eigur grundeigarin veiðirættin.

 
Undir friðaðum bjørgum má eingin skjóta á sjónum nærri enn 3 fjórðingar úr næsta punkti á landi og hálvfjórðing hvørju megin við bergið í tíðini 15. mars - 31. august

 
Undir friðaðari urð má eingin skjóta í sama tíðarskeiði nærri enn hálvfjórðing, mett sum omanfyri.
 


Seinast dagført: 7. december 2007



 
Útskrivað hin:
08-02-2012