Vaks um tekstin Prenta Sig einum vini frá Les hart

Trygdarútgerð umborð á bátum


Lógin fevnir um bjargingarútgerð, sum skal vera um borð á førum. Útgerð, sum umframt er kravd av Skipaeftirlitinum, skal eisini vera um borð.


Áttamannafør og størri

Á opnum bátum frá áttamannafari (24 fót / 7,44 m) og uppeftir og deksførum undir 20 tons (BT) skal henda útgerð vera um borð, tá ið lagt verður frá landi:

  • Kumpass, sum á deksførum skal vera føst uppsett
  • Floyta, tó soleiðis, at um báturin er styttri enn 12 m, floytu ella blásilúður
  • Mastur, segl, árar og bátshaki, har hetta er verkliga gjørligt
  • Eldsløkkjari, 6 kg pulvur
  • Minst 2 pøsir
  • 3 neyðrakettir og 3 neyðbluss og lummalykt
  • Varp við ílatogi
  • Bjargingarbelti, bjargingarvestur ella bjargingarbúni til hvønn persón
  • Neyðsendari av VHF slagi, ikki berbarur, men fastgjørdur umborð
  • Siglingarljós
  • Radarreflektor
  • Skipsskjøl, vegeiðingar og uppsløg, sum eru kravd. Føroyskur álmanakki og sjókort yvir sigliøki
  • Bjargingarkransur við línu, sum er 27,5 m  


Minni enn áttamannafør

Bátar minni enn áttamannafør (24 fót / 7,44 m) men størri enn 20 fót / 6,20 m, skulu hava hesa útgerð

  • Kumpass
  • Blásilúður ella floytu
  • Mastur, segl, árar og bátshaka har hetta er verkliga gjørligt
  • Føroyskan álmanakka
  • Pøs
  • Bjargingarbelti ella bjargingarvestur til hvønn persón
  • Neyðrakett ella neyðbluss og lummalykt
  • Varp við ílatogi
  • Radarreflektor  


Bátar minni enn 20 fót

Bátar minni enn  20 fót (6,20 m) skulu hava hesa útgerð:

  • Bjargingarbelti ella bjargingarvestur til hvønn persón
  • Árar
  • Pøs.


Kappróðrarbátar

Serligar reglur eru galdandi fyri kappróðrarbátar. Henda útgerð skal vera umborð undir venjing:

  • Øll manningin skal vera í einum af Fiskiveiðieftirlitinum góðkendum bjargingarvesti, undantikið undir kappróðri, men skulu vestarnir vera í bátinum. Tó kann høvuðsdómarin áleggja manningini at vera í vestinum undir róðrinum, um hetta verður mett neyðugt. 
  • Kumpass
  • Pøs ella eyskar at oysa við 
  • Radarreflektor, sum er festur á stong, ið røkkur minst 1 m yvir stavnarnar
  • Floytu ella blásilúður

Felagið, ið báturin rør fyri, skal ansa eftir, at manning, sum ikki er fylt 15 ár, nýtir bjargingarvest.


Annað

Før, sum vera nýtt til ferðafólkaflutning, skulu hava útgerð sum ásett í reglunum hjá Skipaeftirlitinum.

Fiskiveiðieftirlitið hevur eftirlit við, at lógin verður hildin.og hevur rætt til uttan rættarúrskurð at fara um borð á før at gera neyðugar kanningar.

Fiskiveiðieftirlitið kann í serligum førum loyva frávik frá minstakravinum um bjarginarbelti ella bjargingarvest, tá hetta ikki er til ampa fyri tryggleikan umborð.

Brot verða revsað við bót



.

Seinast dagført: 7. september 2008



 
Útskrivað hin:
09-02-2012