Vaks um tekstin Prenta Sig einum vini frá Les hart

Alarmsentralurin 1-1-2

Alarmsentralurin í Føroyum er á politistøðini í Tórshavn. Alarmsentralurin er mannaður alt samdøgrið.

Ringjast kann til alarmsentralin tá óhapp og vanlukkur eru hend, har neyðugt er við hjálp frá sjúkrabili, sløkkiliði ella politi beinanvegin. Eisini kann ringjast til alarmsentralin tá t.d. herverk ella innbrot verður framt í løtuni, tá ringt verður.

Ringjast skal ikki til alarmsentralin um t.d. minni ferðsluóhapp uttan fólkaskaða ella um herverk, sum verður staðfest, tá komið verður til hús. Í slíkum førum uttan skund, skal ringjast til politistøðina í økinum.

Ringjast skal heldur ikki til alarmsentralin við fyrispurningi um telefonnummar til læknavakt og tílíkt.

Hugsa um, at óneyðugar ringingar til alarmsentralin kunnu forða fyri øðrum lívsneyðugum uppringingum .


Tá ringt verður til alarmsentralin

  • Ring 1-1-2
  • Legg ikki hornið á aftur, fyrr enn svarað verður


Sig frá:

  • Hvat er hent
  • Hvar vanlukkustaðið er
  • Hvør tú ert
  • Hvat telefonnummar tú ringir frá

Ikki leggja hornið á, fyrr enn tú fært boð um tað frá vakthavandi.



Seinast dagført: 8. februar 2008



Alarmcentralen
 
Útskrivað hin:
08-02-2012