Tá søkt verður inn til politist í Føroyum, er mannagongdin tann sama sum í Danmark. Í Føroyum eru tó hesi frávik frá tí, sum er nevnt á donsku heimasíðuni:
- ein skrivlig roynd verður í føroyskum,
- ein svimjiroynd verður, sum einans hevur til endamáls at staðfesta, um umsøkjarin hevur vatnræðslu
- umsóknir skulu sendast til Føroya Landfúta, postboks 3018, 110 Tórshavn, og
- eftir lokna útbúgving í Danmark, skal politisturin aftur til Føroyar at arbeiða.
Umsóknir kunnu latast inn alt árið.
Leiðbeining um umsókn, upptøkuroyndir og útbúgving finnast við at trýsta her.