Vaks um tekstin Prenta Sig einum vini frá Les hart

Ársfrágreiðing 2007

Ársfrágreiðing 2007

Føroyar

"Langt úti í silvurblanka havinum liggur eitt einsamalt lítið blýlitað land. Hetta lítla landið í stóra havinum, er sum eitt sandkorn á gólvinum í eini veitsluhøll. Men sæð í sjóneyku er hetta sandkornið hóast alt ein heimur við fjøllum og dølum, sundum og firðum og húsum við fólkum". Við hesi sera rámandi lýsing hevur ein av Føroya størstu listarmonnum, William Heinesen, lýst tær 18 oyggjarnar og teir mongu hólmarnar og skerini, sum eru Føroyar.

Samlaða víddin á Føroyum er 1.399 km2 (113 km úr norður- til suðurenda / 75 km úr vestur í eystur) og tær umleið 100  bygdirnar og býirnir eru samantvinnaði í einum umfatandi og vælvirkandi samferðslukervi.

31.12.2007 var fólkatalið 48.455, og høvuðsstaðarkommunan Tórshavn er við 19.434 borgarum størsta kommuna í Føroyum.

Almenna málið er føroyskt, sum er eitt sjálvstøðugt norðurlendskt mál, ættað við íslendskt og vesturnorskt.

Veðurlagið í Føroyum er - ikki uttan orsøk - ofta lýst sum "rásarúmið hjá veðurgudunum". Veðrið er ógvuliga skiftandi, og ofta síggja Føroyar allar 4 árstíðirnar sama dag. Serliga mjørki, regn og nógvur vindur koma ofta fyri. Miðalhitin í Tórshavn er 4,1 stig celsius í kaldasta mánaðinum og 11,1 stig celsius í heitasta mánaðinum. Longsta dag eru 19,5 ljóstímar, og stytsta dag eru uml. 5 ljóstímar.

Ríkt djóralív er í Føroyum. Nógvur seyður og nógvur fuglur, haruppií lundar og eisini tjøldur, sum er tjóðarfuglur landsins. Í havinum eru ein ørgrynna av fiskasløgum, kópum og hvalum, m.a. bóghvítuhvalur, grindahvalur og avgustur.

Ríkisrættarlig viðurskifti

Vegna serstøðu Føroya tjóðskaparliga, søguliga og landafrøðiliga, hava Føroyar síðani heimastýrislógin kom í gildi í 1948 - innan lógarinnar karmar - verið ein sjálvstýrandi tjóð í danska ríkinum. Heimastýrislógin skilir sundur málsøkini viðvíkjandi Føroyum í sermál, har Løgtingið hevur lóggevandi og Landsstýrið útinnandi valdið, og felagsmál, sum vera fyrisitin av ríkismyndugleikunum.

Millum annað er umhvørvi og samferðsluviðurskifti sermál, meðan til dømis politi, ákærumyndugleiki og rættargangs- og revsilóg eru felagsmál.

Føroyar eru sjálvstøðugt tolløki og eru ikki limir í ES. Oyggjarnar hava egið flagg, pass, bileyðkennisstavir og koyrikort.

Lóggáva

Lóggávan er í stóran mun ymisk frá lóggávuni í hinum partinum av ríkinum. Ríkislógir og broytingar i ríkislógunum eru ikki beinleiðis galdandi í Føroyum, men kunnu setast í gildi aftaná samráðingar við føroyska heimastýrið. Til dømis eru danska og føroyska revsilógin næstan líkar, tí Løgtingið hevur við jøvnum millumbilum sett tær donsku broytingarnar í gildi í Føroyum. Harafturímóti eru ikki broytingar av týdningi gjørdar síðani 1988 í føroysku rættargangslógini. Hon er tí á nógvum økjum ólík tí donsku. Í 1996 var tó sett ein nevnd at dagføra føroysku rættargangslógina.

Harumframt hevur Løgtingið sum nevnt lóggávuheimild á nógvum øðrum økjum.

Skipan og uppgávur

Føroyar eru eitt sjálvstøðugt politiøki, sum eins og tey donsku politiøkini er undir ríkspolitiovastanum og danska løgmálaráðnum. Politiøkið verður stýrt av Føroya Landfúta. Hesin hevur, umframt somu heimildir sum politimeistarar í Danmark, eisini statsadvokatheimildir. Landfútin møtir sostatt í øllum revsimálum í Føroya Rætti, í kærumálum í Eystara Landsrætti - sum í 2007 hevði 3 setir í Føroyum - umframt í nevningamálum, sum verða viðgjørd í Føroya Rætti við sorinskrivaranum (dómaranum) sum rættarformanni.

Politimanningin verður stýrd av einum politiinspektøri.

Í politiøkinum eru fútaskrivstovan, politistøðin í Havn, sum er opin alt samdøgrið og 5 aðrar politistøðir kring landið. Í politiøkinum verða somu uppgávur framdar sum í donskum politiøkjum. Akstovan yvirtók í 1996 - eftir politiskari avgerð - umsitingina av koyrikortum, sum Føroya Landfúti hevði umsitið frammanundan.

Harumframt hevur politiið og landfútin eina røð av sivilrættarligum (borgarligum) arbeiðsuppgávum. Seinastu árini hava hesar verið tíðarkrevjandi hjá politi- og skrivstovufólkunum.

Til dømis viðger landfútin faðirskapsmál, luttekur í stóran mun í lógarfyrireikandi arbeiði og er í hesum sambandi ráðgevi hjá føroysku myndugleikunum. Vanligu ásetingarnar  hjá donsku politimyndugleikunum um sakarviðgerð kunnu  sjáldan nýtast í Føroyum vegna serlig lógarviðurskiftir í Føroyum. Landfútin má tí harafturat ofta sjálvur gera reglugerðir ella hava tíðarkrevjandi samráðingar við føroyskar myndugleikar.

Sýslumenninir, varamenn teirra og nakrir av skrivstovufulltrúunum hava av sorinskrivaranum fingið fulltrú smb. § 17 a í rættargangslógini, og viðgera í tí sambandi m.a. fúta- og skiftirættarmál. Harumframt luttaka sýslumenninir í tøttum samstarvi við dómaraskrivstovuna í viðgerðini av nógvum borgarligum málum. Sýslumenninir eru harafturat borgarligur vígslumyndugleiki.

Starvsfólkaviðurskifti

Løgfrøðingarnir hjá politinum eru landfútin, varafútin, ein politiassesor og ein politifulltrúi.

Talið av politifólkum var 31. desember 2007 tilsamans 109 (harav vóru 17 í útbúgving í Danmark). 4 politistar arbeiða niðursetta tíð.

Harafturat starvast 11 eykapolitistar.

Politiið í Føroyum velir tey út, ið fara skulu undir politiútbúgvingina. Hesi fara síðani undir vanligu politiútbúgvingina, sum fer fram í Danmark. Eftir lokna útbúgving koma tey aftur til Føroya at starvast. Sostatt er størsti parturin av politifólkunum í Føroyum føroyingar. Í ávísan mun kann umbýti fara fram millum føroyskar og danskar politistar, eins og danskir politistar í ávísan mun kunnu setast í Føroyum.

Um ársskiftið starvaðust 28 skrivstovufólk hjá politinum, 10 av teimum við niðursettari arbeiðstíð. Harafturat vóru 2 skrivstovulærlingar.

Í Tórshavn starvast 3 parkeringsvørðar og ein í Runavík.

Í varðhaldinum starvast 12 fólk.

Bygningar

Hølisviðurskiftini er sum heild góð um landið, burtursæð frá Tórshavn, har húsast verður í 3 ymiskum støðum. Leigumálið Yviri við Strond til partar av fyrisitingini, hevur bøtt munandi um trupulleikan og enn verður miðað ímóti at savna alla fyrisitingina á sama stað.

Kriminalforsorgin

Kriminalforsorgin hevur eina deild í Tórshavn, har 2 sosialráðgevar starvast.

Eins og donsku deildirnar ger kriminalforsorgin persónkanningar og hevur eftirlit við treytaðum dømdum og royndarleyslatnum. Harafturat arbeiðir kriminalforsorgin tætt saman við politinum og arresthúsinum í Tórshavn og hava hesi regluliga fund saman, eins og samarbeiði er við donsku fongslini, har føroyingar sita.

Seinast dagført: 1. januar 2008



 
Útskrivað hin:
17-05-2012