Politiið í Føroyum hevur sett upp missjón, visjón, strategi og strategisk útvald arbeiðøkir fyri at vísa, hvør leiklutur okkara er, hvagar leiðin gongur og hvørji arbeiðøkir, vit raðfesta fremst.
Missjón
Politiið í Føroyum virkar fyri friði, trygd, lóg og landaskili, og tað gera vit við
- at fyribyrgja, steðga, kanna og lógsøkja revsiverd viðurskifti
- at samstarva - og veita hjálp og tænastur til onnur - á økjunum hjá løgreglu, ákærumyndugleika og sýslumonnum
Visjón
Politiið í Føroyum vil vera ein framkomin og sjónligur stovnur, sum hevur gott orð á sær, og sum
- veitir skjóta og munadygga tænastu
- arbeiðir smidliga sambært eini heildaráskoðan og er tilvitin um ta arbeiðsorku, sum er tøk
- hevur starvsfólkið við í menningini av arbeiðsplássinum
- er eyðkendur av ídni og góðum arbeiðsumhvørvi
- hevur eitt skipað og jaligt samstarv við myndugleikar, stovnar og aðrar samstarvsfelagar
á ein slíkan hátt, at samfelagið kennir tryggleika og fær gagn av okkara tænastum, umframt at starvsfólk okkara hava eitt gott arbeiðspláss.
Strategi
Politiið í Føroyum tekur fyrivarni fyri broytingum í samfelagnum og mennist í samsvari við tær.
Vit ynskja við dugnaligum starvsfólki, tíðarhóskandi tøkni og arbeiðshátti at lata frá okkum tænastur og veitingar á høgum støði. Samstundis vilja vit leggja dent á at hava samband við nærsamfelagið og samstarv við aðrar myndugleikar, felagsskapir o.o., tá ið vit loysa okkara uppgávur.
Vit hava avgjørt at fremja verkætlanina "Frá orði til gerð" fyri at betra um førleikan hjá stovninum. Henda verkætlan tryggjar eitt nú, at samsvar er millum útvaldu arbeiðsøkini og yrkisligu og persónligu førleikarnar.
Samstundis varpa vit ljós á og raðfesta arbeiðsuppgávurnar, soleiðis at øllum gerst greitt, hvagar leiðin gongur.
Fyri at fáa betri samsvar millum stevnumið, avrik, tilgongdir og úrslit fara vit undir at nýta avriks- og eftirmetingar skipan hjá løgregluni (Politiets Resultat og Evaluerings System). Á henda hátt kunnu vit arbeiða greinandi og nýta okkara arbeiðsorku á ein úrslitagóðan og skynsaman hátt.
------------
Leiðslan hevur orðað missjón, visjón, strategi og hevur valt út ávís arbeiðsøkir, sum vit ynskja at varpa ljós á. Í hesum sambandi hava leiðandi politikarar, ymiskir myndugleikar og aðrir samstarvsfelagar sagt sína hugsan um politiið, og hvat teir vænta av hesum stovni.
Strategisk útvald arbeiðsøkir í 2007 og 2008
1. Fyribyrgja og lógsøkja
- persónvandamikil brotsverk
- rúsevnisbrotsverk
- ferðslulógarbrot
2. Samstarva - og veita hjálp og tænastur til onnur - herímillum
- tað fyribyrgjandi arbeiðið, eitt nú SSP
- toll- og skattamyndugleikar
- borgaraligu tilbúgvingina
- fjølmiðlar.
3. Hvussu nýta vit arbeiðsorkuna og arbeiða smidliga
- at arbeiða greinandi og við leiðslukunning, eitt nú við at gera greiningar av arbeiðstrýsti fyri at fáa sum mest burtur úr arbeiðsorkuni
- at finna fram til og menna førleikar í mun til uppgávurnar.
4. Góðska
- dáturøkiskapur
- málsviðgerðartíðir
- skynsamar arbeiðsgongdir
5. Eitt gott arbeiðsumhvørvi
- við serligum denti á trivnaði, eitt nú við at gera uppfylgjandi kanningar um nøgdsemið á arbeiðsplássinum, starvsfólkasamrøður, leiðarasamrøður og arbeiðsplássvurdering.
Við støði í omannevndu arbeiðsøkjum fara at verða gjørdar ítøkiligar virkisætlanir fyri átøk og tænastur við ásettum málum.