Vaks um tekstin Prenta Sig einum vini frá Les hart

Útlendingar


Tá útlendingar koma til Føroya, eru hesar reglur galdandi:

Steðgur stytri enn 3 mánaðir

Tá útlendingur kemur til Føroya og steðgar stytri enn 3 mánaðir, skal hann, tá hann kemur til landið, vísa galdandi ferðaprógv og hava neyðugt gjaldføri til uppihald og heimferð.

Um endamálið við steðginum í Føroyum ikki er frítíðaruppihald, skal útlendingurin hava arbeiðsloyvi fyri at útinna lønt ella ólønt arbeiði ella líknandi virksemi.


Pass

Norðurlendskir ríkisborgarar skulu ikki vísa pass.

Aðrir útlendingar skulu vísa galdandi pass.

Útlendingar úr londum, har visum krevst, skulu hava visa, galdandi fyri Føroyar í upp til 3 mánaðir, ella uppihaldsloyvi.


Uppihaldsloyvi

Treytir fyri at fáa uppihaldsloyvi í Føroyum:

  • Neyðugt gjaldføri til uppihald og heimferð. Um hjúnarfelagi/sambúgvi rindar útreiðslurnar, fellur kravið burtur. Umsøkjarin og hjúnarfelagin skulu vátta, at tey búgva saman.
  • Pass, galdandi í minsta lagi 2 mánaðir útyvir ta ynsktu uppihaldstíðina.

Umsókn um uppihaldsloyvi verður skrivað á umsóknarblað og latið inn á danska sendistovu ella dansk konsulát í heimlandinum ella tí landi, har umsøkjarin hevur  verið seinastu 6 mánaðirnar. Saman við umsóknini skal latast inn pass og 2 passmyndir.

Børn, yngri enn 18 ár, sum hava fastan bústað hjá tí, ið hevur foreldramyndugleikan, skulu ikki lata inn serstaka umsókn. Tey skulu vera skrivaði í passið hjá umsøkjaranum ella hava egið pass.

Uppihaldsloyvi í Danmark er ikki galdandi í Føroyum.

Uppihaldsloyvi gevur ikki loyvi at arbeiða.


Arbeiðsloyvi

Umsókn um uppihalds- og arbeiðsloyvi verður skrivað á umsóknarblað og latin inn á danska sendistovu ella konsulát í heimlandinum ella tí landi, har umsøkjarin hevur  verið seinastu 6 mánaðirnar. Saman við umsóknini skal latast inn pass og 2 passmyndir.


Undantikin fyri uppihalds- og arbeiðsloyvi

  • Norðurlendskir ríkisborgarar eru undantiknir skylduna at hava uppihalds- og arbeiðsloyvi.
  • Útlendskir montørar, tekniskir instruktørar og onnur, sum í einum tíðarbili stytri enn 3 mánaðir gera arbeiði í Føroyum í samband við uppsetan ella umvæling av maskinum ella líknandi, eru undantiknir skylduna at hava arbeiðsloyvi, sambært “bekendtgørelse om visse udlændinges fritagelse for arbejdstilladelse”.

Les alt orðaljóðið á nevndu kunngerð við at trýsta her.


Málsviðgerartíð

Málsviðgerartíðin hjá Udlændingeservice er 3-6 mánaðir.


Avgreiðslan

Avgreiðsla fyri útlendingamál er á øllum politistøðum opin mánadag - fríggjadag. Í Tórshavn verða útlendingamál tó bert avgreidd kl. 1000 til 1230.


Meira at vita

Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Udlændingeservice www.nyidanmark.dk og á heimasíðuni hjá Útlendingastovuni www.utlendingastovan.fo

Link til føroysku útlendingalógina.



Seinast dagført: 28. august 2014



Paskontrol
 
Útskrivað hin:
02-03-2015